• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita

Mia í Stórustovu, 7 ár, og Ludvík Winther, 6 ár, ummæla Sing 2

Sing 2

March 24, 2022

Koalabjørnin. Grísarnir. Gorillan. Fílurin. Tindasvínið. Kameleónurin. Tað eru tey, sum duga so væl at syngja allar teir góðu og kendu sangirnar

Fyrst kom ein filmur, og nú er ein filmur komin aftrat. Mia í Stórustovu, 7 ár, og Ludvík Winther, 6 ár, hava verið í biograf til Syng 2:

- Filmurin er ordiliga góður. Hann var eisini spennandi og stuttligur. Og tey gera nógv stuttligt í filminum. Men tann hvíti úlvurin er ordiliga óndur. Í Syng 1 syngja tey meira enn í Syng 2, í Syng 2 gera tey meira og snakka meira. Nógv av djórunum eru tey somu, men har eru eisini nøkur nýggj. Okkum dámar betur Syng 2, men 1’arin er eisini ordiliga góður, siga Mia og Ludvík.

Síggj alt VIDEO-ummælið hjá Miu og Ludvíki her:

Her er ein brellbiti av Sing 2:

Ummæli í Píka7 3 2022

Video: Elin í Stórustovu

In ummæli Tags ummæli, filmur, sing2, mia, ludvík

Einki er sum at tvassa í hyljum! Mynd: Bjalla B. Dalsgarð

Lat tað regna ...

March 17, 2022

Her eru nøkur hugskot til, hvat man kann gera úti, tá ið tað regnar

Read More
In grein Tags píka123, regn, ítriv, spæl, spøl

Regn er vatndropar, sum hava hingið í luftini í styttri ella longri tíð og sum detta niður á jørðina. Mynd: Savnsmynd

Fjørið mítt: Tað regnar

March 17, 2022

Tá ið ov nógvir elalítlir vatndropar trunka seg saman uppi í luftini, leypa teir saman í størri dropar og verða til skýggj. So verða teir ov tungir at hanga í leysari luft og detta niður. Hetta er avfall

Avfall er sirm, regn, kavi, vátakavi ella heglingur. Tað vanligasta avfallið í størsta parti av heiminum er regn – eisini her í Føroyum.

Regndropar kunnu vera rættiliga ymiskir í stødd. Teir minstu fúka runt í luftini og fylg ja rørslunum hjá vindinum. Aðrir hurla móti jarðarflatanum og gera stórar hyljar og vøtn.

Regn kann koma úr næstan øllum sløgum av skýggjum. Tað kann eisini vera so kalt í skýggjunum, at vatndroparnir frysta og verða til kava.

Í Føroyum byrjar regnið ofta sum kavi langt uppi í luftini. Meðan kavin dettur niður, verður hann heitari og tiðnar til dropar.

Um veturin er viðhvørt kalt niðri á jørðini. Tá tiðnar kavin ikki, og vit fáa hvítar kavarúgvur heldur enn hyljar fullar av regnvatni.

Tá ið tað regnar illa, siga vit, at tað er áarføri, grovregn, grimdarregn ella glopraregn. Tá ið tað sirmar, eru regndroparnir smáir. Mynd: Savnsmynd

Ælaveður

Viðhvørt kann tað regna í fleiri tímar og enntá allan dagin. Hetta slag av regni er vanliga ikki so ógvusligt, men fellur javnt og áhaldandi.Tá er oftast skýggjað um alt landið.

Teir størstu regndroparnir koma úr ordiliga tjúkkum skýggjum – og serliga, um tað er vindur inni í skýnum. Tá renna droparnir saman og blíva til enn størri dropar. Um tú ert so (ó)heppin at standa undir einum slíkum skýggi, fært tú heilt vist eitt gott ókeypis bað!

Skýggj kunnu hava ymisk skap og ymiskan lit. Skýggj eru nógvir dropar, sum hanga í luftini lið um lið. Mynd: Savnsmynd

Hvussu nógv regnar tað?

Tá vit skulu siga, hvussu nógv tað hevur regnað, siga vit millimetrar (mm) av regni. Ein mm av regni svarar til ein litur av regni niður á ein fýrakant, sum er ein metur langur og ein metur breiður (m2).

Tað regnar nokk so nógv í Føroyum. Mesta regnið, sum vit vita um í Havn, var í 2011. Tá regnaði tað tilsamans 2.259 mm alt árið. Í 1972 regnaði tað minst, bara 681 mm.

Mesta regnið, sum er mátað í eitt ár, er 26.461 mm. Hetta var í India í 1860. Tað merkir, at um vit høvdu eina plátu, sum var 1 m2, so hevði ein vatnsúla staðið meira enn 26 metrar upp úr henni!

Har, sum tað eru oyðimerkur, regnar tað lítið ella als einki. Í pørtum av Atacama­oyðimørkini í Suðuramerika vita tey ikki um, at tað nakrantíð hevur regnað. Í stórum pørtum av økinum kring Suðurpólin hevur tað heldur ikki regnað, tað fólk vita um.

Turkur er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eru so nógv flóttafólk til í heiminum. Fólkini eru noydd at rýma úr heimi sínum, tí har er einki vatn at drekka. Her er vatnflóð í India. Mynd: Savnsmynd

Skýggj

Í luft er vatnguva ella dampur. Dampur er ósjónligur. Men tá ið luft kólnar, verður dampurin til vatndropar. Og tá ið nógvir dropar hanga tætt saman í luftini, verða teir sjónligir – teir verða til skýggj.

Tað er kaldari uppi í fjøllunum enn niðri við sjóvarmálan.

Tá ið luft er still, kólnar hon 0,65 stig fyri hvørjar 100 metrar uppeftir. Men luft stendur ongantíð heilt still. Luft, sum flytur seg niðan eftir eini fjallasíðu, kólnar 1 ella 1⁄2 stig fyri hvørjar 100 m.

Í Føroyum noyða fjøllini luftina at fara uppeftir. Men tað kunnu eisini vera onnur fyribrigdi, sum noyða

luftina uppeftir.

Ælabogi við Trøllkonufingur. Mynd: Savnsmynd

Ælabogin

Ælabogin sæst, tá ið sólarljósið verður brotið og bent av lítlum vatndropum uppi í luftini. Vit síggja tá nógvar og vakrar litir.

Ælabogin er bara um dagin og sæst oftast, tá ið tað sirmar ella er skýggjað.

Onkuntíð verður ælabogin speglaður uppeftir. Tá síggjast tveir ælabogar í senn, ein innari og ein uttari. Raðfylgjan av litunum í tí uttara ælaboganum er øvut av raðfylgjuni í tí innara ælaboganum.

Tað ber til at gera ein ælaboga við eini havaslangu, tá ið sólin skínur. Statt við bakinum móti sólini. Skrúva vatnið frá, soleiðis at strálan verður til nógvar smáar vatndropar – akkurát sum tá tað sirmar – so sært tú ein lítlan ælaboga beint framman fyri tær. Mynd: Savnsmynd


Grein í Píka7 2 2022

Tekstur: Beinta Johannessen

Keldur: Bókin „Veður“ eftir Hanus Kjølbro + „Bókin til børn um veðrið“ eftir Jesper Theilberg o.a.

In grein Tags fjørið mítt, tað regnar, regn, veður, veðrið

Encanto

March 17, 2022

- Mær dámar filmin, tí at hann er ordiliga litfagur – og ordiliga góður

Read More
In ummæli Tags filmur, ummæli, encanto, ýr

Heimsins vandamiklasta harkalið – úti á djúpum

March 17, 2022

- Hendan bókin er tann triðja bókin í røðini, og hon er tann besta, haldi eg.

Read More
In ummæli Tags bók, heimsins vandamiklasta harkalið, nils egi

- Øll kunnu læra at skriva søgur, sigur Elsubeth M. Fossádal, rithøvundur og lækni. Mynd: Elsubeth M. Fossádal

5 spurningar til rithøvundin (sum eisini er lækni)

March 17, 2022

Hetta sigur rithøvundurin og læknin, Elsubeth M. Fossádal, sum millum annað hevur skrivað bøkurnar Alva og Lias, Tá skrubban fekk heilaskjálvta, Julia og bjargingarvesturin og nógvar søgur í Míni jólabók. Píka7 hevur spurt Elsubeth fimm spurningar um at skriva!

1. HVUSSU LEINGI HEVUR TÚ SKRIVAÐ?

– Líka síðani eg lærdi at lesa og skriva, havi eg hildið, at orð eru spennandi. Mær hevur altíð dámt at lurtað eftir søgum, og eg havi hildið tað vera stuttligt at lesa. Tá eg gekk í skúla, var eg so heppin at hava ein lærara, sum dugdi so væl at siga frá søgum, og ein annan lærara, sum lærdi okkum at stava rætt og lærdi okkum at skriva um dreymar. Tað, haldi eg, hevur gjørt, at eg sá, at øll kunnu læra at skriva søgur.

2. HVÍ FÓRT TÚ AT SKRIVA?

– So ein dagin bleiv eg mamma, og tá hendi hvønn dag so nógv spennandi, at eg varð noydd at skriva tað niður fyri ikki at gloyma tað aftur. Tá fór eg at skriva stuttar søgur, har børnini søgdu frá, hvat tey gjørdu í vøggustovu, í barnagarði ella í skúla. Til dømis kundi ein søga snúgva seg um, tá børnini hildu føðingardag í barnagarðinum. Ja, líka sum í bókini um Alvu og Lias, har ein søga er um Lias, sum heldur fýra ára føðingardag í barnagarðinum.

– Ein onnur søga kundi snúgva seg um, tá vit fóru at fiska og fingu eina skrubbu. Børnini høvdu tá minst 100 spurningar um, hví skrubban var so fløt, og um hon mundi hava nakran heila í einum so lítlum høvdi? Ja, tá kom hugskotið til søguna Tá skrubban fekk heilaskjálvta! Tað er heldur ikki altíð, at børn tíma í bjargingarvest, tá tey fara at fiska. Soleiðis kom søgan Julia og bjargingarvesturin.

Tvær av bókunum, sum Elsubeth M. Fossádal hevur skrivað

3. HVØRJAR SØGUR DÁMAR TÆR BEST?

– Mær dámar væl søgur, sum fortelja mær okkurt nýtt, sum eg ikki visti. Eg fari altíð at flenna, tá eg lesi søgur um djór – serliga, um djórini duga at tosa og hugsa, so flenni eg í kíki! Í løtuni lesi eg eina bók um eina klóka apu, sum kallast Sally Jones. Bøkurnar um hesa apuna eru sera spennandi, og so hava tær eisini nógvar myndir, sum gera alt enn meira spennandi.

4. HVAT VILT TÚ FORTELJA BØRNUM VIÐ TÍNUM SØGUM?

– Tá eg skrivi eina søgu, sleppi eg at vera barn eina løtu. Tað er stuttligt! Eg skrivi, tí eg vóni, at tey, sum lesa søguna, læra okkurt nýtt. Ímeðan tey lesa, vóni eg, at tey hugna sær saman og tosa um okkurt, sum tey ongantíð hava tosað um fyrr. Kanska tey finna eitt orð í søguni, sum tey ikki vistu av var til?

5. HVAT LÆRA TÍNAR BØKUR OKKUM?

– Eg vóni, at mínar søgur geva børnum nýggja vitan, sum tey kunnu brúka hvønn dag. Eg havi møtt so nógvum fittum børnum her og har og til arbeiðis á skaðastovuni. Ofta hava tey verið kløkk og bangin, tí tey vita ikki, hvat nú fer at henda við sárinum ella brotna arminum, tá tey koma til lækna. Eg vóni, at mínar søgur gera, at øll børn finna út av, at einki er at óttast á sjúkrahúsi ella hjá lækna. Har er gott at koma, tá tær tørvar hjálp til lítið ella stórt.


Grein í Píka7 2 2022

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen

Veitst tú av, at hipp hopp-dansurin varð uppfunnin í Amerika í 70'unum, og at fólk hava dansað hann líka síðani? Tað kundi annars virkað sum, at hetta slagið av dansi er nógv nýggjari, tá tað framvegis er so kul

Kom við Miu til hipp hopp

March 17, 2022

Veitst tú av, at hipp hopp-dansurin varð uppfunnin í Amerika í 70'unum, og at fólk hava dansað hann líka síðani? Tað kundi annars virkað sum, at hetta slagið av dansi er nógv nýggjari, tá tað framvegis er so kul

Read More
In grein Tags hipp hopp, kom við miu, diana
Ikki tvey ískrystall eru líka.

Ikki tvey ískrystall eru líka.

Kuldi og kavi

November 30, 2018

Leggur tú eina kavaflykru undir eina sjóneyku, sært tú, at hon er úr elalítlum sekskantaðum ískrystallum. Tú sært ikki tvey ískrystall, sum eru líka. Øll eru tey ymisk

Tá ið tað er kalt, frystir vatnið í skýgg junum til ískrystall. Krystallini renna saman til flykrur og detta niður á jørðina sum kavi.

Viðhvørt tiðna kavaflykrurnar eitt sindur, meðan tær dala niður g jøgnum luftina og verða til vátakava.

Mangan hoyra vit um glerstoyttar vegir og svartakálk í útvarpinum. Svartakálk kemur, tá ið hitin á vegnum er undir frostmarkinum. Døggin (vætan) í luftini setir seg á vegin og frystir til ís. Tá verða vegirnir hálir, og so mugu allir bilførarar vera varnir, tí hetta kann henda knappliga, og svartakálk sæst illa.

Glerstoyting kemur eisini, tá ið hitin á vegnum er undir frostmarkinum, og tað fer at regna. Tá frysta regndroparnir til ís, tá ið teir bresta í vegin.

Heglingur

Viðhvørt er heglingur. Heglingur er fastar kúlur av kava. Um heglingur rakar teg á bera húð ella tunn klæði, kanst tú fáa ilt.

Heglingur er mest sum bara um veturin her í Føroyum. Í heitum londum kann tað eisini hegla um summarið, og heglingurin kann vera nógv størri enn í Føroyum.

Heglingur er mest sum bara um veturin her í Føroyum. Í heitum londum kann tað eisini hegla um summarið, og heglingurin kann vera nógv størri enn í Føroyum.

Í einum skýggi, sum heglingur dettur niður úr, er nógvur vindur upp og niður. Smá ískrystall verða send nakrar túsund metrar uppeftir. Tá verður heglingurin blástur langt upp, har tað er ógvuliga kalt – bæði eina ferð og fleiri ferðir.

Hvørja ferð, heglingurin verður blástur uppeftir, legg jast ískrystall afturat á heglingin. Til endans verður hann so tungur, at hann dettur niður á jørðina.


Greinin stóð í Píka7 5 | 2018

Keldur: Alfrøðin + Veðrið eftir Hanus Kjølbro

Hetta eru oyruni hjá Klara Mariu.

Hetta eru oyruni hjá Klara Mariu.

Eg kann leggja oyruni frá mær

November 30, 2018

Ha, hvat sigur tú? Tað siga vit ofta, tá ið vit ikki hoyra. Onkuntíð er tað ov nógvur larmur, sum ger, at vit ikki hoyra. Aðrar tíðir hoyra vit ikki, tí vit hugsa um okkurt annað ella gloyma at lurta. Og hoyra vit knappliga eitt ógvusligt ljóð, so halda vit fyri oyruni

Vit hoyra við oyrunum. Um oyruni eru stór ella smá hevur ikki so stóran týdning.Tað, sum hevur týdning, er, at oyruni virka, sum tey skulu.

Nøkur børn hoyra einki. Ja, og nú skalt tú hoyra. Klara Maria býr í Ánunum saman við mammu og pápa sínum, beiggjunum, Martini og Hera, og so eigur hon kaninina Elsu. Elsa býr í búrinum uttanfyri. Kaninin er stór og mjúk, og so hevur hon ordiliga stór oyru. Elsa hoyrir væl. Ikki, tí oyruni eru so stór ella long, men tí oyruni eru klár at hoyra.

Klara Maria vísir mær kaninina, og eg spyrji, um kaninin hoyrir nakað.

– Tað veit eg ikki. Hon er bara ordiliga fitt og ordiliga mjúk.

Kaninin hjá Klara Mariu eitur Elsa.

Kaninin hjá Klara Mariu eitur Elsa.

Men eitt, sum kaninin ikki dugir, sum Klara Maria dugir, tað er at leggja oyruni frá sær. Tá ið Klara Maria fer í song ella at svimja, hoyrir hon einki. Tí tá leggur hon oyruni frá sær. Tá kann hon munnavlesa.

Onkur kallar hesi oyruni fyri „cochlear implant”. Hetta er eitt tól, sum er ósjónligt og er lagt undir húðina aftan fyri oyrað. Uttaná sæst eitt hoyritól, sum hevur innbygda mikrofon og ljóðleiðara við sendara. Tólið sendir heilanum boð gjøgnum ljóðnervina, og hetta ger, at Klara Maria er før fyri at hoyra.

Eg biði hana vísa mær oyruni, og skjótt og lætt tekur hon tey av og vísir mær tey. Líka skjótt og lætt setir hon tey upp á pláss aftur. Snilt, haldi eg, og hon flennir.

IMG_8536-1.JPG

Klara Maria heldur tveir føðingardagar um árið. Tann fyrri er hennara egni føðingardagur, sum er 4. september. Seinni føðingardagurin er 25. september. Tá fylla oyruni hjá Klaru Mariu. Hesi oyruni fekk hon, tá ið hon var eitt ára gomul. Klara Maria er nú 6 ár, og oyruni eru 5 ár.

Eg takki fyri prátið, og nú má kaninin inn aftur í búrið, tí Klara Maria skal til fimleik. Tað er tað besta, hon veit. Har er hon eisini saman við Rósu, Vón og Silju, sum eru hennara bestu vinir.

Klara Maria og bestu vinir hennara, Rósa, Vón og Silja, ganga til fimleik saman.

Klara Maria og bestu vinir hennara, Rósa, Vón og Silja, ganga til fimleik saman.

Klara Maria gleðir seg at fara í 1. flokk í summar. Tá fer hon ikki bara at hava nýggja skúlatasku, men tá fer hon eisini at hava nýggj oyru. Tí hesi mugu onkuntíð skiftast út. Tað gleðir hon seg til.


Greinin stóð í Píka7 5 | 2018

TEKSTUR OG MYNDIR: Tóra við Keldu

Screenshot 2017-09-19 14.31.24.png

Vit elska at fáa post!

November 30, 2018

Vilt tú verða ein partur av Píka7, kanst tú fara inn HER og skriva til okkara. 

Tú kanst skriva okkum eina søgu ella eitt bræv ella senda eina tekning inn ella eina mynd av tínum kelidýri - ella onkrum heilt øðrum.

Vit elska at fáa post😊

In grein Tags bræv, tekning, send inn, post
Smáu støvbollarnir eru gjørdur við einum gaffli, og stóru støvbollarnir eru gjørdir við tveimum tómum vesirullum.

Smáu støvbollarnir eru gjørdur við einum gaffli, og stóru støvbollarnir eru gjørdir við tveimum tómum vesirullum.

Ger tín egna støvbolla

November 30, 2018

Vilt tú hava tín egna støvbolla at sova saman við? Teir eru mjúkir og fittir og akkurát í tí liti, sum tú vilt hava😊

IMG_8183.jpg

Tú skalt brúka: 

  • tógv + ein tráð í sama liti

  • pappír

  • svarta tussj

  • svartar pípureinsarar ella svart tógv

  • 2 tómar vesirullur

  • gaffil

  • saks

  • nál og tráð


Tað kann vera, at tú mást royna fleiri ferðir, áðrenn tú fært tann rætta støvbollan. Um tað ikki eydnast fyrstu ferð, er bara at royna aftur😊

Tað kann vera, at tú mást royna fleiri ferðir, áðrenn tú fært tann rætta støvbollan. Um tað ikki eydnast fyrstu ferð, er bara at royna aftur😊

Soleiðis gert tú ein lítlan støvbolla

Vint tógvið fleiri ferðir rundan um gaffilin.

Vint tógvið fleiri ferðir rundan um gaffilin.

Klipp eitt petti av tráð …

Klipp eitt petti av tráð …

… og vint tað tvær ferðir rundan um miðjuna á tógvrulluni ...

… og vint tað tvær ferðir rundan um miðjuna á tógvrulluni ...

… og heft endarnar væl við at binda knút á.

… og heft endarnar væl við at binda knút á.

Klipp buktirnar á tógvrulluni upp.

Klipp buktirnar á tógvrulluni upp.

IMG_8210.jpg
Puffa støvbollan og klipp hann til, so hann verður rundur. Tú avger, hvussu rundur og frísutur hann skal vera.

Puffa støvbollan og klipp hann til, so hann verður rundur. Tú avger, hvussu rundur og frísutur hann skal vera.

Soleiðis gert tú ein STÓRAN støvbolla

Vint tógvið fleiri ferðir rundan um vesirullurnar.

Vint tógvið fleiri ferðir rundan um vesirullurnar.

IMG_8217.jpg
Klipp eitt petti av tráð og vint tað rundan um miðjuna á tógvrulluni ...

Klipp eitt petti av tráð og vint tað rundan um miðjuna á tógvrulluni ...

… og heft endarnar væl við at binda knút á.

… og heft endarnar væl við at binda knút á.

Klipp buktirnar á tógvrulluni upp.

Klipp buktirnar á tógvrulluni upp.

IMG_8221.jpg
Puffa støvbollan og klipp hann til, so hann verður rundur. Tú avger, hvussu rundur og frísutur hann skal vera.

Puffa støvbollan og klipp hann til, so hann verður rundur. Tú avger, hvussu rundur og frísutur hann skal vera.

Ger armar og bein úr pípureinsarum. Stikk pípureinsararnar ígjøgnum støvbollan, so helvtin stingur út øðrumegin og hin helvtin hinumegin. Klipp til í longd og forma føtur og antennur.

Ger armar og bein úr pípureinsarum. Stikk pípureinsararnar ígjøgnum støvbollan, so helvtin stingur út øðrumegin og hin helvtin hinumegin. Klipp til í longd og forma føtur og antennur.

IMG_8232.jpg
IMG_8262.jpg
In ítriv Tags puff og støvbollarnir
Kallurin á Kalsoynni um summarið og um veturin. Myndir: Unsplash og iStockphoto

Kallurin á Kalsoynni um summarið og um veturin. Myndir: Unsplash og iStockphoto

Heitt ella kalt?

November 30, 2018

Sólin hitar land og hav og eisini luftina. Var eingin sól, var kalt á jørðini – øgiliga kalt. Ja, so kalt, at eingin hevði kunnað livað á jørðini

Um dagin er sólin uppi. Tá er ikki bara ljóst, men eisini kemur varmi niður á jørðina frá sólini. Um náttina er eingin sól, og tí er tað bæði myrkt og kaldari.  

Á vetri er sólin ikki leingi uppi. Beint fyri jól er hon bara fáar tímar uppi, og tað er myrkt meginpartin av samdøgrinum og eisini kaldari.

Um summarið er sólin leingi uppi her hjá okkum. Tá er ljóst næstan alt samdøgrið, og so er tað eisini heitari.

SUMMAR OG VETUR

Í Føroyum er ikki so stórur munur á hitanum um summarið og um veturin.

Um summarið er hitin fyri tað mesta ímillum 10 og 15°C. Er dagurin ordiliga heitur, kann hitin fara upp um 20°C. Men tað er ikki so ofta, at tað hendir.

Um veturin er hitin í Føroyum vanliga ímillum 3 og 6°C. Viðhvørt er kaldari, og hitin kann fara nakað niður um 0°C.

Hægsta fjall í Føroyum, Slættaratindur, og bygdin Funningur. Mynd: Wikipedia

Hægsta fjall í Føroyum, Slættaratindur, og bygdin Funningur. Mynd: Wikipedia

KALDARI Á TOPPINUM

Tað er kaldari uppi í fjøllunum enn niðri við sjóvarmálan. Tí fáa vit fyrst kava í fjøllunum.

Hægsta fjall í Føroyum er Slættaratindur. Hann er 880 metrar høgur. Uppi á toppinum kann vera 8 og 9°C kaldari enn niðri í bygdini Funningi.


Greinin stóð í Píka7 5 | 2018

Keldur: Alfrøðin + Veðrið eftir Hanus Kjølbro

puff_stovbollar.png

Hetta eru Puff og støvbollarnir

November 30, 2018

Hetta er Puff. Puff ræðist eitt sindur myrkur, ella soleiðis plagdi tað at vera. Líka til hann fekk støvbollarnir frá ommu síni.

Hvat er ein støvbolli?

Støvbollar búgva undir songini. Vit øll kunnu eiga teir. Teir hava ymiskt skap og ymiskan lit, alt eftir hvør ið eigur teir.

Vaksin fólk eiga vanliga gráar og brúnligar støvbollar. Summir kunnu hava smáar litbollar millum alt tað gráa og brúna. Aðrir hava long ella styttri hár stingandi út úr. Hárini eru ikki so mjúk, men tey kunnu gott vera purlut.

Børn eiga nógv oftast litfagrar støvbollar, sum eru mjúkir og bleytir. Summir eru so lættir, at teir fara fúkandi eftir gólvinum, tá ið tú letur hurðina upp, og teir kunnu enntá sveima uppi í luftini og verða hangandi har eina løtu.

Kanska hevur tað okkurt at gera við, hvussu børn eru, og hvussu vaksin eru. Tí hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu litrík tíni klæðir eru sammett við tey hjá mammu og babba og øllum hinum vaksnu fólkunum? Og kamarið og leikutoyið hjá tær eru helst eisini nokkso litríkt.

Støvbollarnir hjá Puffi

Puff elskar sínar støvbollar. Hvørja nátt sova teir hjá honum. Puff ballar seg hjá teimum og teir hjá honum.

Annar støvbollin hjá Puff er bláur og eitt sindur frísutur. Hin er reyður og rundur. Báðir eru mjúkir og bleytir og anga eitt sindur av ommu, eitt sindur av smákøkum, eitt sindur av tannkremi og eitt sindur av … ja, av Puff. 

Hvussu heldur tú, at tín støvbolli hevði sæð út?

In grein Tags puff og støvbollarnir
Snjóhara er vanliga hvít um veturin. Men føroyska snjóharan er broytt á liti, so at hon nú er blágrá um veturin.

Snjóhara er vanliga hvít um veturin. Men føroyska snjóharan er broytt á liti, so at hon nú er blágrá um veturin.

Hara

November 30, 2018

Haran í Føroyum nevnist snjóhara. Hon býr uppi í fjøllunum og hevur stór oyru og stór eygu. Frambeinini eru stutt og afturbeinini long. Og so klárar hon at renna líka hon skjótt sum ein bilur

Hara grevur sær ikki holu, men býr í gloppum millum steinarnar. Haruni dámar best at koma út um náttina og í skýming. Tá fer hon at leita sær eftir føði. Hon etur plantur, røtur, blómur og korn. Fær hon frið, hoppar hon í kring, snoddar dúgliga og og skilur ímillum plantur, tí hon er kræsin.

Hara hevur stórar og hvassar tenn Hara hevur tvær stórar framtenn í yvirkjaftinum og tvær í undirkjaftinum. Eisini hevur hon hvassar jakslar.

Av tí at plantur og røtur eru harðar og seigar, slítast tenninar nógv. Tíbetur vaksa tennirnar aftur so hvørt og vaksa alt lívið. Annars høvdu gamlar harur ikki fingið etið.

Tá ið hara er mett, setur hon seg ofta á afturbeinini at hampa seg. Hon gníggjar høvdið og kroppin við frambeinunum.

Hara og kanin líkjast nógv

Hara og kanin eta somu føði, og í náttúruni verða tær veiddar av somu rovdýrum. Men hara og kanin hava funnið sær hvør sín máta at yvirliva. Er vandi á ferð, fjalir kaninin seg í holu síni.

Hara grevur sum sagt ikki holur, men hon er kvik. Hon klárar at renna upp í 80 kilometrar um tíman. Hetta er líka skjótt, sum ein bilur hevur loyvi at koyra á landsvegunum.

Haruungi sær beinan vegin, hann er lagdur, og rennur í kring longu fáar tímar eftur hann er lagdur.

Haruungi sær beinan vegin, hann er lagdur, og rennur í kring longu fáar tímar eftur hann er lagdur.

Haruungar

Hara kemur ofta oman á lágan haga og í bøin at leggja. Tá ið haruungi verður lagdur, hevur hann síða ull og opin eygu. Kaninungar eru naknir, tá ið teir verða lagdir, og bæði eygu og oyru eru latin aftur.

Vanliga leggur hara tríggjar ferðir um árið og tveir-fimm ungar hvørja ferð. Ungarnir eru ikki størri enn mús, tá ið teir eru lagdir.

Mamman fer beinan vegin frá ungunum. Bara eina ferð um samdøgrið kemur mamman aftur til teirra at geva teimum at súgva, yvirhøvur beint eftir sólsetur. Mjólkin er feit og føðslurík, og ungarnir hava stóran maga, so teir fáa nóg mikið av mati og vaksa seg skjótt stóra og sterkar.

Haruungi dugir alt fyri eitt at krógva seg sum tær vaksnu harurnar. Leikar á, leggur hann seg flatan og liggur púra kúrrur. Tá ið tríggjar vikur eru farnar, klára ungarnir seg sjálvir.

Í stórkava koma harurnar oman at húsum at leita sær eftir føði, og tá kanst tú síggja haruspor í kavanum.

Í stórkava koma harurnar oman at húsum at leita sær eftir føði, og tá kanst tú síggja haruspor í kavanum.

Haran kemur til Føroya

Í 1855 vóru tvey pør av snjóharu slept á Kirkjubøreyni í Streymoynni. Longu trý ár eftir vóru ungar at síggja um alla Streymoynna. Nú eru harur í flestum oyggjum í Føroyum.

Nógvar harur verða skotnar, og harðir vetrar týna nógvar. Tí mugu harurnar verða friðaðar summi ár. Harutíðin, tað er tá ið tað er loyvt at skjóta haru, er frá 2. november til 31. desember.


Greinin stóð í Píka7 5 | 2018

Tekstur: Beinta Johannessen | Myndir: Wikipedia + iStockphoto

Tyhja, sum er blind, og besti vinmaður hennara Eddie. 

Tyhja, sum er blind, og besti vinmaður hennara Eddie. 

Tyhja er eitt blint heimalamb

September 19, 2017

Nógv børn eiga heimalomb, men í Kollafirði býr eitt serstakt heimalamb. Tað eitur Tyhja, og tað er blint. Ísak er sjey ár, og hann eigur Tyhju

Tað var í mai mánaði, at ein bóndi í Kollafirði varnaðist hetta serstaka lambið. Tá hann fór til seyðin hjá sær, sá hann, at eitt lamb ikki var sum øll hini. Tað var sjúkt, og bóndin helt, at tað fór ikki at yvirliva úti í náttúruni. Hann ringdi tí til Ísak og spurdi, um Ísak vildi taka sær av lambinum.

Í fyrstani ræddist Ísak lambið, tí eyguni vóru eitt sindur óhugnalig. Mamma hansara hjálpti honum at vaska eyguni á lambinum, og tveir dagar seinni vórðu tey frísk. Tey sóu tó, at eyguni vóru púra klár, og at lambið var blint.

Fyrst búði lambið inni hjá Ísaki í eina viku, so hon vandi seg við sína nýggju familju. Systir Ísak gav henni navnið Tyhja, sum merkir „blind“ á finskum.

Síðan ringdi bóndin eina ferð aftrat. Hann hevði eitt annað lamb, sum var so lítið, at tað heldur ikki fór at klára seg úti í náttúruni. Ísak fekk eisini tað lambið, og tað fekk navnið Eddie. Hetta var minsta lambið, Ísak nakrantíð hevði sæð.

Ísak eigur eisini Eddie, sum var minsta lambið, hann nakrantíð hevði sæð

Ísak eigur eisini Eddie, sum var minsta lambið, hann nakrantíð hevði sæð

Mamma og abbi Ísak hegnaðu lombunum eitt øki á bønum uttanfyri og smíðaðu teimum eitt lítið hús. Tyhja dugir ikki at finna húsið sjálv, men Eddie hjálpir henni, hvagar hon skal fara.

Tá ið tey sova, liggja tey ofta nær saman, so Eddie kann prika undir Tyhju og fáa hana at rakna við, um eitthvørt hendir rundan um tey.

Í fyrstani fingu Tyhja og Eddie fløsku frá Ísaki, men nú eta tey eisini gras, og tey vaksa óført. Tá ið tey verða eldri, eru tey ikki lomb longur. Tá eru tey vorðin til eina ær og ein veðr.

Ísak er sera góður við síni heimalomb og vitjar tey ofta. Tey eru eisini góð við hvørt annað og hjálpa hvørjum øðrum við tí, teimum tørvar.

Ísak gevur Tyhju og Eddie av fløsku.

Ísak gevur Tyhju og Eddie av fløsku.

Greinin stóð í Píka7 1/2017

Tekstur og myndir: Sanna Nolsøe Djurhuus

In grein Tags heimalamb, ísak, tyhja

Ger tín egna fidgetspinnara: Video

September 19, 2017

Síggj videovegleiðing til hvussu tú gert tín egna fidgetspinnara úr einum petti av pappi, einum tannsteytara, lími og trimum eittkrónum😊

Read More
In ítriv Tags video, fidgetspinnari, ger tín egna
Screenshot 2017-09-19 10.06.34.png

Ger tín egna fidgetspinnara: Vegleiðing og fyrimyndir😊

September 19, 2017

Eitt petti av pappi, ein tannsteytara, lím og tríggjar eittkrónur. Tadaaaa! So lætt er tað at gera tín egna fidgetspinnara.

Read More
In grein, ítriv Tags fidgetspinnari, ítriv, ger tín egna
pika7_1_17.jpg

Allarfyrsta Píkasjey-blaðið nakrantíð

September 15, 2017

Fyrst var Píkasjey ein heimasíða við flottum myndum, videobrotum og spennandi søgum um føroysk dýr. Og nú er Píkasjey eisini eitt blað.

Í blaðnum kanst tú lesa um ymisk dýr og nógv annað spennandi og stuttligt. Vit hava eisini prátað við børn um ymiskt, sum tey gera. Og so hava vit gjørt ítriv og nógvar uppgávur bara til tín at hugna tær við.

Men tað er ikki bara Píkasjey, sum roynir okkurt nýtt. Fyri kortum fóru 716 børn í skúla fyrstu ferð.

Tað er spennandi at royna okkurt nýtt og við hvørt eisini eitt sindur ræðandi, tí tú veitst ikki rættiliga, hvat tú kanst vænta tær.

Sum fyrstu ferð tú skalt til tannlækna. Fyrstu ferð tú fert at venja fótbólt. Ella fyrstu ferð, tú fert at sova hjá onkrum. Tá kitlar eitt sindur í búkinum.

Og beint nú eru firvaldar ikki bara á pikasjey.fo, men eisini í búkinum hjá okkum, nú fyrsta Píkasjey-blaðið kemur út. Vit eru so spent at vita, um tær dámar blaðið og um tú fert at gerast haldari.

Píkasjey heilsanir,
Beinta😊
blaðstjóri

In grein Tags pika7, blað
Er hetta ljótur matur?

Er hetta ljótur matur?

Ljótur matur

September 6, 2017

Nógvur matur verður blakaður burtur, tí hann ikki er nóg penur. Ikki nóg penur at selja væl at merkja. Men einki er galið við smakkinum, hóast ein gularót kanska sær eitt sindur skeiv og undarlig út. 

Nógvur annar matur, sum verður framleiddur, verður eisini blakaður burtur, tí hann sær øðrvísi út. 

Haraftrat kemur allur tann maturin, sum vit blaka burtur, tí hann er farin út um datomerkingina, men framvegis smakkar væl.

Allur hesin matur, sum verður blakaður burtur, er nóg mikið til at metta tvær milliardir fólk.

Tí eru fólk farin at steðga stóru matspilluni. Felagskapir eru komnir til í fleiri londum, eisini her í Føroyum.

Blakar tú góðan mat burtur?

In grein Tags matur

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna