Antarfuglur

Antarfuglur livir á og í vatni. Antarfuglur hevur fitjur, og fleiri teirra hava harafturat horntenn í nevinum at síla føðina úr vatninum. Dunnur, gæs og svanir eru antarfuglar.

Horntenninar og stíva tungan á grágás. Mynd: iStockphoto

Horntenninar og stíva tungan á grágás. Mynd: iStockphoto

Svanir, gæs og nøkur dunnusløg eta gras. Summi dunnusløg eta bara djór, meðan onnur eta bæði gras og djór.

Antarsteggin er altíð størri enn bøgan og vanliga nógv litfagrari enn hon, serliga í bútíðini.

Seglont eigur ikki í Føroyum, men hon sæst viðhvørt. Steggin er til vinstru og bøgan til høgru. Mynd: iStockphoto

Seglont eigur ikki í Føroyum, men hon sæst viðhvørt. Steggin er til vinstru og bøgan til høgru. Mynd: iStockphoto

Allir fuglar skifta fjaðrar í minsta lagi eina ferð um árið, og tá siga vit, at fuglurin er fjaðursárur. Entur og gæs fáa ikki flogið, meðan tær eru fjaðursárar.

Bládúgva

Bládúgva eigur í holum og urðum um alt landið. Føroyar eru eitt av fáu støðunum í Evropa, har villar bládúgvur eru.

Bládúgvur. Mynd: Janus Hansen

Bládúgvur. Mynd: Janus Hansen

Fleiri dúgvusløg eru at síggja í Føroyum. Mánadúgva og turkadúgva kunnu eiga her. Onkuntíð síggjast holudúgva og turtildúgva.

Tamdúgvur

Heilt frá gomlum døgum hava fólk havt tamar dúgvur. Tamdúgvan er avkom undan bládúgvuni. Best kendu tamdúgvurnar eru brævdúgvurnar.

BLÁDÚGVA

  • Longd: 31-34 cm
  • Vekt: 300 g
  • Flog: 63-70 cm
  • Egg: 2-3

Bringureyði

Bringureyði hevur reiðrast javnan í Føroyum síðan 2000. Hann ger sær reiður í viðarlundum og í urtagørðum á bygd og í bý. Bringureyði er bæði støðufuglur og flytifuglur.

Høvdu vit ikki havt urtagarðar og viðarlundir, høvdu vit ikki sæð fuglasløg sum til dømis bringureyða og óðinshana reiðrast í Føroyum.

Bringureyði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bringureyði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bringureyði er vakur á liti. Bæði litirnir og vakri sangurin hjá honum gera hann lættan at fáa eyga á, sjálvt um hann er lítil.

Músabróðir og bringureyði eru minstu fuglar, sum vanliga eiga í Føroyum.

Teir eru lítil nell samanbornir við størsta sjófuglin í Føroyum, súluna. Bringureyði vigar einans 18 gramm, nakað sum ein breyðflís. Súlan vigar um 3 kilo. Hon hevur eitt flog, sum er umleið 1,8 metrar.

BRINGUREYÐI

  • Longd: 14 cm
  • Vekt: 18 g
  • Flog: 21 cm
  • Egg: 4-5

Drunnhvíti

Minsti sjófuglur í Føroyum er drunnhvíti. Hann er á stødd við grátítling.

Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summi halda, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum í Nólsoy.

Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum (niðast á bakinum), har hann er hvítur.

Drunnhvíti. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Drunnhvíti. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Skaðadýr

Rotta er á sjey oyggjum. Rotta rænir egg og ungar. Har, sum rotta er, er ongin drunnhvíti og lítið av lunda og skrápi. Teir eiga allir í holu ella undir steini, og har er lætt hjá rottuni at sleppa framat.

Ongar rottur eru í Nólsoy - enn! Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ongar rottur eru í Nólsoy - enn! Mynd: Hans Eli Sivertsen

Drunnhvíti

  • Longd: 15-16 cm
  • Vekt: 23-30 g
  • Flog: 38-42 cm
  • Egg: 1

Erla kongsdóttir

Erla kongsdóttir er lítið spurvaslag við longum veli. Hon flýgur dandandi, og tá ið hon situr, nikkar hon við høvdinum og slettir alla tíðina velið upp og niður. Hon rennur skjótt og veiðir flugur bæði niðri í fjøruni og uppi í luftini. Erla kongsdóttir verður eisini ofta nevnd erla.

Erlur eru vanliga einsamallar ella í smáum flokkum. Tær halda mest til við áir og við sjóvarmálan, har tær eisini hava reiður. Bara eini 10-20 pør eiga í Føroyum.

Erlur halda ofta til niðri í fjøruni, tá ið bútíðin er av. Um veturin eru tær í Afrika.

Erla kongsdóttir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Erla kongsdóttir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Erla kongsdóttir

  • Longd: 18 cm
  • Vekt: 22 g
  • Flog: 25-30 cm
  • Egg: 5-6

Grágás

Í nógv ár var ongin grágás í Føroyum, tí stovnurin var oyddur. Men seinastu 30 árini er grágásin komin aftur til landið, og stovnurin er vaksin; nú eiga okkurt um 300-350 gásapør her.

Grágæs. Mynd: Janus Hansen

Grágæs. Mynd: Janus Hansen

Grágásin verpur í lyngheiðum, tí her kann hon best fjala seg.

Størsta lyngøkið í Føroyum er millum Runavík og Rituvík og við Toftavatn. Her síggjast eisini størstu flokkarnir av grágás.

Lyngheiðar eru har, sum moldin er súr og turr, og har góður sólargangur er.

Heiðalyngur. Mynd: iStockphoto

Heiðalyngur. Mynd: iStockphoto

Grágas

  • Longd: 75-90 cm
  • Vekt: 3500 g
  • Flog: 147-180 cm
  • Egg: 4-7

Gráspurvur

Gráspurvur er lítil og kubbutur. Hann heldur mest til millum hús og livir tí tætt at menniskjum. Steggin ger sær oftast reiður í húsum, til dømis í einum holi undir takskegginum. Finnur hann sær bøgu, halda tey saman og brúka sama reiðrið alt lívið.

Gráspurvasteggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvasteggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur er at finna nær reiðrinum alt árið. Sjálvt um veturin vitjar steggin ofta aftur, har reiðrið er. Grásurvabøgan verpur 3-5 egg eina ella tvær ferðir og onkuntíð tríggjar ferðir hvørt summar.

Gráspurvabøga. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvabøga. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur er upprunaliga úr Evropa, men hann er innfluttur til onnur lond og verpur nú í øllum heimspørtum uttan á Suðurpólinum (Antarktis).

Fyrstu ferð gráspurvur var at síggja í Føroyum, var í 1900, men fyrstu ferð hann átti her, var í 1935-36 í Vági. Nú sæst hann um alt landið.

Gráspurvur og floygdur ungi. Vit siga, at fuglaungi er floygdur, tá ið hann dugir at flúgva.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur og floygdur ungi. Vit siga, at fuglaungi er floygdur, tá ið hann dugir at flúgva.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur

  • Longd: 14 cm
  • Vekt: 33 g
  • Flog: 21-26 cm
  • Egg: 3-5

Grátítlingur

Grátítlingur líkist nógv títlingi, men hann er eitt sindur størri og meira grá-grønur á liti. Tað eru fleiri grátítlingar í Føroyum enn títlingar. 

Grátítlingur hevur grá-grønar fjaðrar. Hann sæst ikki væl, tá ið hann situr millum steinar og gras, tí fjaðurbúnin á honum líkist nógv lendinum.

Grá-grønu fjaðrarnar á grátítlingi hylja hann, so hann ikki sæst so væl í lendinum.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Grá-grønu fjaðrarnar á grátítlingi hylja hann, so hann ikki sæst so væl í lendinum.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Grátítlingur heldur oftast til í bygdum og niðri í fjøruni. Hann reiðrast bæði í bø og haga.

Flestu grátítlingar eru flytifuglar og flúgva suðureftir um veturin. Grátítlingaslagið í Føroyum er eitt serligt undirslag, sum bara eigur her, í Hetlandi og í Orknoyggjum.

Grátítlingur

  • Longd: 17 cm
  • Vekt: 24 g
  • Flog: 25 cm
  • Egg: 4-5

Havhestur

Um 600.000 pør av havhesti eru í Føroyum. Hann er tann sjófuglurin, sum mest er til av í Føroyum. Fyri 400 árum síðani var havhestur so sjáldsamur, at hann varð hildin at boða frá illveðri.

Havhestur kann ikki kava. Hann livir av tí, sum er í vatnskorpuni og beint undir vatnskorpuni.

Havhestur og ungi. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Havhestur og ungi. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Havhestur verjir seg við at spýggja eftir tí, ið kemur ov nær. Nógv lýsi er í spýggjuni. Um ein annar fuglur fær spýggjuna á fjaðrarnar, kloynast tær saman og gerast ótættar. Tá ið fjaðrarnar eru ótættar, kann fuglurin ikki halda seg heitan og doyr tí í kulda.

Havhestur hevur stórt flog. Hann sveimar á vindi og kann halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Flog merkir bæði at flúgva og veingjavídd. Veingjavídd er longdin millum veingjaoddarnar.

Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ansa eftir! Havhestur spýr á teg, um tú kemur ov nær. Mynd: Jóan Petur Petersen

Ansa eftir! Havhestur spýr á teg, um tú kemur ov nær. Mynd: Jóan Petur Petersen

Havhestur

  • Longd: 43-25 cm
  • Vekt: 750 g
  • Flog: 101-117 cm
  • Egg: 1

Kráka

Í Føroyum hava vit tvey sløg av krákufugli: kráku og ravn. Tey eru bæði støðufuglar

Tey eru bæði støðufuglarKráka etur alt – ber, matleivdir, deyðseyð, egg hjá øðrum fugli og mangt annað.

Krákur reiðrast bæði í bjørgum og á bygdum lendi. Teimum dámar ikki, at aðrar krákur eiga ov nær, og jagstra tær tí burtur.

Kráka. Mynd: Janus Hansen

Kráka. Mynd: Janus Hansen

Kráka

  • Longd: 45-47 cm
  • Vekt: 510 g
  • Flog: 96-98 cm
  • Egg: 4-6

Kvørkveggja

Bøgan hjá kvørkveggju er brúnlig, og steggin er kolasvartur við gulum nevi. Kvørkveggja situr mest í bønum bæði í haga og millum húsa. Har hoppar hon runt og leitar eftir ormum og skordýrum at eta.

Kvørkveggju-steggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Kvørkveggju-steggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Fyrstu ferð kvørkveggja varp í Føroyum, var í Tórshavn í 1950-árunum. Nú verpur hon allastaðni í landinum. Bøgan verpur 3-5 egg eina ella tvær ferðir hvørt summar. Ungarnir eta maðkar og onnur smákykt. 

Nakrar kvørkveggjur flyta suðureftir um veturin, meðan aðrar eru støðufuglar.

Kvørkveggju-bøga og ungar. Mynd: iStocphoto

Kvørkveggju-bøga og ungar. Mynd: iStocphoto

Kvørkveggja

  • Longd: 27 cm
  • Vekt: 100 g
  • Flog: 34-39 cm
  • Egg: 3-5

Lomvigi

Seinast í mai og fyrst í juni verpur bøgan 1 egg á bera klettin. Steggin og bøgan skiftast um at bøla egginum.

Rullar eggið nakrar sentimetrar eftir rókini, so rullar lomvigin tað aftur upp á pláss við nevinum ella ber tað á fótunum.

Tá ið lomvigi leitar sær føði, kavar hann djúpt niður og nýta veingirnar at svimja við.

Allastaðni í Føroyum, har lomvigi eigur, eigur rita eisini. Mynd: Ólavur Frederiksen

Allastaðni í Føroyum, har lomvigi eigur, eigur rita eisini. Mynd: Ólavur Frederiksen

Lomvigi

  • Longd: 38-46 cm
  • Vekt: 1000 g
  • Flog: 61-73 cm
  • Egg: 1

Lógv

Lógv verpur vanliga, har tað er turt, serliga í lyngheiðum. Reiðrið er ein lítil kulla, sum er klødd innan við mosa og mjúkum grasi.

Tíðliga í mai verpur bøgan 4 mor-litt (ljósabrún) egg við myrkum blettum. Bøgan og steggin skiftast um at bøla.

Um onkur nærkast reiðrinum ella ungunum, ger lógvin, sum um hon hevur brotið vongin og roynir á tann hátt at lokka óvinin burtur frá reiðrinum.

Lógv letur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Lógv letur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Lógv

  • Longd: 26-29 cm
  • Vekt: 200 g
  • Flog: 67-76 cm
  • Egg: 4

Lómur

Lómur er bara á landi, tá ið hann reiðrast. Hann ger sær reiður við tjarnir og vøtn uppi í fjøllunum. Lómur er kringur bæði at svimja og kava, men hann fær ikki gingið. Beinini sita so aftarlaga á kroppinum, at tey ikki klára at bera hann.

Lómur etur fisk, sum han fangar á vøtnum ella á sjónum . Mynd: Jóan Petur Petersen

Lómur etur fisk, sum han fangar á vøtnum ella á sjónum . Mynd: Jóan Petur Petersen

Lómur er sera styggur, so tað er ringt at koma nær at honum. Um hann varnast fólk, svimur hann so djúpt, at bara skallin og eyguni koma uppundan. Lómur fær verið undir vatni í umleið 8 minuttir, so tá ið hann kemur uppaftur, er hann komin langt burtur úr vanda.

Lómur

  • Longd: 53-69 cm
  • Vekt: 1700 g
  • Flog: 106-116 cm
  • Egg: 2

Lundi

Har, sum lundin býr, eitur tað lundaland. Lundi grevur sær holu í bakkan. Holan er 1 metur long, og innast inni ger lundin sær reiður, har hann verpur eitt egg.

Í holuni er lundin væl vardur fyri øllum fíggindum uttan rottuni, sum rænir bæði egg og ungar.

Lundaland. Mynd: Ólavur Frederiksen

Lundaland. Mynd: Ólavur Frederiksen

Sildberi

Lundi við fiski í nevinum kallast sildberi. Vanliga bera lundar 10-15 nebbasildir í nevinum í senn. Í Noregi er ein lundi fangaður, sum hevði 80 smáar lodnur og 2 nebbasildir í nevinum, og tað er met.

Sildberi. Mynd: Ólavur Frederiksen

Sildberi. Mynd: Ólavur Frederiksen

Veiða

Fuglaveiða hevur í øldir havt stóran týdning fyri føroyingar. Í dag er ikki so. 

Fyrr var tað mest lundi og lomvigi, sum varð veiddur. Nú verður mest veitt av havhesti, okkara vanligasta sjófugli.

Um vit veiða ov nógvan fugl, kann stovnurin koma í vanda. Tí er ein lóg um fuglaveiðu. Til dømis er als ikki loyvt at veiða æðu, og álka kann bert skjótast frá 1. oktober til 20. januar.

Góður fongur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Góður fongur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Lundi

  • Longd: 28-34 cm
  • Vekt: 320-480 g
  • Flog: 50-60 cm
  • Egg: 1

Másafuglur

Allur másafuglur í Føroyum er gráur ella bláligur á bakinum.

Likka reiðrast niðri í haganum. Hon er flytifuglur og heldur til við strendurnar í Portugal og Marokko um veturin. Fiskimási og bakur síggjast ofta saman við likku.

Likka. Mynd: Ólavur Frederiksen

Likka. Mynd: Ólavur Frederiksen

Bakur, eisini nevndur svartbakur, er størstur av másunum og líkist likku í útsjónd.

Bakur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Bakur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Fiskimási og bakur reiðrast ofta í homrum og onkuntíð í bølum á grasfløtum. Fiskimási og flest allir bakar eru støðufuglar.

Bakur og fiskimási drepa nógvan sjófugl, serliga ritu og lunda.

Fiskimási. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Fiskimási. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Likka

  • Longd: 52-67 cm
  • Vekt: 800 g
  • Flog: 135-155 cm
  • Egg: 3

    Fiskimási

    • Longd: 55-67 cm
    • Vekt: 1100 g
    • Flog: 138-155 cm
    • Egg: 3

    Bakur

    • Longd: 64-78 cm
    • Vekt: 2000 g
    • Flog: 150-165 cm
    • Egg: 2-3

    Músabróðir

    Músabróðir sæst ofta í bjørgum, urðum og fram við bakkanum. Her eru góðir møguleikar at gera reiður og nóg mikið av smákyktum, sum er góð føði hjá smáfugli.

    Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Músabróðir er støðufuglur, og ongin munur sæst á steggja og bøgu.

    Tá ið ungarnir hjá músabrøðrum eru 16 dagar gamlir, eru teir floygdir. Ungarnir eru framvegis tætt knýttir at foreldrunum og fylgja teimum, meðan teir biðja um mat. Við at hyggja og gera sum foreldrini læra ungarnir skjótt at lívbjarga sær.

    Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum.

    Músabróðir bølir eggjum í einum úthúsi í Mykinesi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Músabróðir bølir eggjum í einum úthúsi í Mykinesi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Músabróðir við fongi í nevinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Músabróðir við fongi í nevinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Músabróðir

    • Longd: 12 cm
    • Vekt: 9-10 g
    • Flog: 15 cm
    • Egg: 6-8

    Mýrisnípa

    Mýrisnípa eigur vanliga í mýrilendi. Hon er á stødd sum stari, men nevið er óvanliga langt.

    Mýrisnípa er vaðfuglur. Mynd: Janus Hansen

    Mýrisnípa er vaðfuglur. Mynd: Janus Hansen

    Tað er ringt at síggja mýrisnípu í síða grasinum, tí hon er sera varin og friðarlig. Kemur tú tætt at henni, flýgur hon brestandi og gneggjandi upp í loft og kvikar sær burtur.

    Mýrisnípa følir væl við nevinum, tá ið hon stingur tað niður í mýrilendið. Tí er tað lætt hjá henni at finna ormar, sniglar og onnur smákykt.

    Mýrisnípa. Mynd: Janus Hansen

    Mýrisnípa. Mynd: Janus Hansen

    Mýrisnípa

    • Longd: 25-27 cm
    • Vekt: 110 g
    • Flog: 44-47 cm
    • Egg: 4

    Ravnur

    Ravnur hevur vakurt flog. Hann flýgur ofta høgt uppi í luftini og sveimar. Hann letur seg ofta detta langt niður við veingjunum inn at kroppinum og ger alskyns onnur flogkynstur.

    Ravnar á flogi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Ravnar á flogi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Ravnur etur mest deyðseyð og annað ræ (deyð dýr). Í haganum rænir hann eisini egg og ungar hjá øðrum fugli og tekur mýs, rottur og harur.

    Ravni dámar best at vera saman við øðrum ravnum, og ofta eru tveir ella fleiri saman.

    Ravnur er klókur fuglur, sum enntá kann læra at tosa. Mynd: Janus Hansen

    Ravnur er klókur fuglur, sum enntá kann læra at tosa. Mynd: Janus Hansen

    Ravnur

    • Longd: 64 cm
    • Vekt: 1200 g
    • Flog: 120-150 cm
    • Egg: 4-6

    Smyril

    Smyril er falkaslag og einasti rovfuglur, sum eigur í Føroyum. Hann reiðrast í homrum, men veiðir mest smáfugl tætt við bygd og bý.

    Smyril. Mynd: Janus Hansen

    Smyril. Mynd: Janus Hansen

    Tá ið smyril veiðir annan fugl, flýgur hann aftaná honum og møðir hann. Smyril flýgur lætt og leikandi. Hann ger ikki nógv av at sveima ella flúgva í kring.

    Ein góður fongur. Smyril hevur fangað ein tjaldursgræling. Mynd: Janus Hansen

    Ein góður fongur. Smyril hevur fangað ein tjaldursgræling. Mynd: Janus Hansen

    Smyril

    • Longd: 25-30 cm
    • Vekt: 210 g
    • Flog: 50-62 cm
    • Egg: 3-5