• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Í fjøruni eru nógv ymisk dýr at finna. Har er lætt at fara við glúpi og spann. Tað ber eisini til at fanga smáar fiskar inni við land og fram við kai­ kantinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya sjósavn

Í fjøruni eru nógv ymisk dýr at finna. Har er lætt at fara við glúpi og spann. Tað ber eisini til at fanga smáar fiskar inni við land og fram við kai­ kantinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya sjósavn

Í fjøruni

February 29, 2016

Fjøran er markið millum land og sjógv. Fjøran í Føroyum er rættiliga ymisk. Summastaðni er sandur, aðrastaðni er grót og klettur, og onkustaðni er steyr­rætt berg.

Í bakkanum við sjóvarmálan og millum steinar og klettar vaksa ymisk grøs og blómur.

Flóð og fjøra

Vit tosa um flóð og fjøru, tá ið havið fjarar og fløðir runt strendurnar í Føroyum. Broytingar í flóð og fjøru koma, tí mánin dregur sjógvin til sín.

Tað er spennandi at ganga í fjøruni og vita, hvørji dýr krógva seg har. Serliga tá ið tað er fjøra, og tú sleppur longri út til øki, sum annars eru undir, tá ið tað er flóð. Stuttligt er at leita í taranum og undir steinum og í hyljum.

Fjøruhyljar

Umstøðurnar í fjøruhyljum kunnu broytast skjótt. Vatnið kann vera meira ella minni salt alt eftir, hvussu nógv tað regnar, og hvussu ofta aldurnar skola inn yvir.

Hitin kann eisini skifta nógv. Hyljarnir eru vanliga grunnir, og tí kann hitin broytast skjótt eftir veðrinum. Og um tað er ógvuliga heitt, kann hylurin enntá torna upp.


Dýr, sum liva í fjøruni


Krabbadýr og lindýr

Featured
Jákupsskel
Jákupsskel
Read more →
Krossfiskur
Krossfiskur
Read more →
Kræklingur
Kræklingur
Read more →
Kúvingur
Kúvingur
Read more →
Marfluga
Marfluga
Read more →
Sjónota
Sjónota
Read more →

Fiskur

Featured
Kombikk
Read more →

Fuglur

In Livistað Tags í fjøruni
← Í taraskóginum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna