Flýgur

Fuglur er bygdur til at flúgva. Hann hevur veingir og fjaðrar og so verpur hann egg. Les um fuglin kring okkum og lær at fóðra fuglunum køldu vetratíðini. 


Flákrar

Les um hvussu firvaldur er bygdur og atferðina hjá honum. Um hvussu tú klekir ein summarfugl og hvussu tú kanst lokka ein firvald inn í urtagarðin hjá tær.


Gresjar

Ótrúliga nógv ymisk ryggleys dýr halda til í sjónum við Føroyar. Ryggleys dýr hava onga beinagrind og tí heldur ongan rygg.

Gongur tú í fjøruni, sært tú marflugur, krabbar, skeljar, gággur og nógvar aðrar løgnar skapningar, ið siga frá einum fjølbroyttum lívi í sjónum og eina millióna ára gamla náttúrusøgu.

Her kanst tú lesa meira um ryggleysu dýrini í sjónum. 


Svimur

Nógv ymisk fiskasløg eru í sjónum runt Føroyar. Men hvussu er tað nú við fiski; Hvat etur hann? Hvussu skjótt svimur hann? Hevur hann húð? Rulla niður og verð klókari upp á fisk!


Kom á Sjósavnið

Í Føroyum er eitt sjósavn – Føroya Sjósavn. Á Sjósavninum ber til at lúra í heimin undir sjónum og uppliva og læra um dýr og plantur, ið har liva.

Read More

Lívið á Sjósavninum

Í Føroyum er eitt sjósavn – Føroya Sjósavn. Á Sjósavninum ber til at lúra í heimin undir sjónum og uppliva og læra um dýr og plantur, ið har liva.

Føroya Sjósavn liggur niðri við fjøruna á Argjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Føroya Sjósavn liggur niðri við fjøruna á Argjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fleiri enn 100 ymisk dýrasløg

Á Sjósavninum eru nógv ymisk dýr savnað í kørum og fiskabúrum, og øll eru tey fingin í føroyskum sjógvi. 

Har svimja og skríða og krúpa fleiri enn 100 ymisk dýrasløg; frá smáum krabbadýrum til stórar steinbítar og smáblettutan reyðháv.

Her er eisini eitt rørikar, har vitjandi sleppa at nerta og taka í krabbar, skeljar, gággur, trælsrassar og annað.

Børn hugna sær við rørikarið á Sjósavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Børn hugna sær við rørikarið á Sjósavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tøkni

Tilsamans eru um 25 tons av sjógvi í fiskakørunum á Sjósavninum. Allur sjógvurin verður reinsaður og UV-strálaður, áðrenn hann fer í kørini.

Sjógvurin í kørunum verður eisini alla tíðina reinsaður í einum sandfiltri, tí nógvur skittur kemur frá fiskunum og dýrunum í kørunum.

Má fáa súrevni

Fyri at halda fiskinum livandi í fiskakørunum, má hann fáa góðan sjógv við súrevni í. Tí verður sjógvurin pumpaður runt í kørunum, og harafturat verður nýggjur sjógvur alla tíðina pumpaður inn úr sjónum.

Eftir 2-3 vikum verður sostatt allur sjógvurin á savninum skiftur út.

Síla sær føði

Nógv smá dýr í sjónum síla smáar bitar av mati úr sjónum. Uttan støðuga útskifting av sjógvi í kørunum, hevði verið nógv truplari hjá hesum dýrum at yvirlivað á einum sjósavni.

Jákupsskel etur æti, sum hon sílar úr sjónum. Æti er evarska smáar plantu- og djóraverur í vatnskorpuni. Eisini fuglur, fiskur og hvalur etur æti. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Jákupsskel etur æti, sum hon sílar úr sjónum. Æti er evarska smáar plantu- og djóraverur í vatnskorpuni. Eisini fuglur, fiskur og hvalur etur æti. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Gera reint

Fiskakørini skulu stundum vaskast, tí grøntari og annað legst á glasið. Hygg her hvussu tað sær út áðrenn, ímeðan og aftaná!

Fiskakarið er skitið og skal vaskast, og tí eru øll dýrini tikin úr karinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fiskakarið er skitið og skal vaskast, og tí eru øll dýrini tikin úr karinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Og so verður gjørt reint og vatnið skift. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Og so verður gjørt reint og vatnið skift. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nú er karið aftur reint. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nú er karið aftur reint. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn